Eykajáttanarskjal tingsetan 2000 - Vegagerð - skriðulop

Vinnumálastýrið Aðalskrivstovan

 Tórshavn, tann 25. september

Løgtingsins fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
100-Tórshavn 

Fíggjarnevndarskjal

A. Inngangur.

Undirritaði landsstýrismaður í samferðslumálum søkir við hesum fíggjarnevndina um bráðfeingis eykajáttan til at bøta um tað vegakervið, sum fórst í Føroyum vegna skriðulop 18. september 2000. Uppskotið hevur við sær eyka útreiðslur fyri landskassan, svarandi til kr. 4.300.000 í fíggjarárinum 2000.

B. Málsfrágreiðing.

Tann 18. september hendi stórur skaði á landsveganetið í Føroyum í sambandi við áar- og skriðulop. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir skaðarnar, sum skulu umvælast skjótast tilber. Mett verður, at tað kostar uml. 4,3 mió. kr. at gera skaðarnar aftur.

Á Streymoynni (kostnaður 0,35 mió. kr.):

  1. Skriðulop kom oman á landsvegin í støðum millum Vatnið og Svartá í Saksun; størsta skriðan er umleið 50 m breið. Vegurin fram við Vatninum hevur eisini fingið skaða. Allar veitir og tvørrennur eru fyltar har á leið, og støðið undir autoverjuni móti Vatninum er partvíst máað undan. Hetta er eisini galdandi fyri vegastrekkið niðan móti Svartá.
  2. Á Víkarvegnum og Tjørnuvíkarvegnum er tilfar komið niður í veitina í fleiri støðum, sum neyðugt er at fáa burtur.
  3. Á Gjánoyri er nógv grót komið oman gjøgnum ánna, sum hevur trongt um áarføringina; neyðugt verður eisini at fáa hetta burtur.
  4. Annars er í fleiri støðum í Norðstreymoy tilfar komið á vegin og í veitirnar, sum partvís eru tiptar.

Í Eysturoynni (kostnaður 0,55 mió. kr.):

  1. Á Elduvíksvegnum, norðan fyri Elduvíksnes, leyp ein skriða oman á landsvegin. Veitin og vegurin fyltust, og einir 40 m av autoverju fórust.
  2. Á Oyndfjarðarvegnum millum Oyndarfjørð og Hellurnar leyp ein skriða á landsvegin - umleið 40 m breið. Vegurin fekk ikki stórvegis skaða, men neyðugt er at koyra tilfarið burtur.
  3. Á gamla Leirvíksvegnum vóru 2 skriðulop. Vegurin fekk ikki skaða.
  4. Annars er tilfar komið á vegin í fleiri støðum á Elduvíksvegnum og aðra staðni.
  5. Sunnan fyri Ljósá leyp ein skriða, sum var einar 30 m breið. Skriðan fylti veitina og vegin, men autoverjan fekk ongan skaða.
  6. Umleið 500 m sunnan fyri Funning, móti Funningsfirði, leyp ein skriða oman á vegin; men av tí at stórt øki er millum vegin og bergið, kom lopið bert út á hálvan vegin. Neyðugt er at taka meginpartin upp og koyra hetta burtur.
  7. Annars hava fleiri smærri áarlop verið í norðara parti av Eysturoynni.

Í Norðoyggjum (kostnaður 3,4 mió. kr.*)

  1. Á tunnilsvegnum niðan móti Ánagjógv er eitt áarlop, sum hevur ført tilfar við sær oman á vegin, og hevur fylt veitina í ovara borði á einum strekki upp á einar 400 m. Harafturat er partur av vegaskráanum í niðara borði skolaður burtur. Allar tvørrennurnar á hesum strekki eru tiptar.
  2. Á Ánavegnum, frá íbindingini í tunnilsvegin og norður til bygdina í Ánunum, umleið 500 m, er øll veitin í ovara borði fylt upp, og tvørrennurnar tiptar. Vegakslarnar á hesum vegastrekkinum eru partvíst skolaðar burtur, og vegskráin í niðara borði partvíst farin í støðum.
  3. Á Kunoyarvegnum var skriðulop í 3 støðum:
  1. Frá tí minsta lopinum, næst tunlinum, kom tilfar út á hálvan vegin, men fekk vegurin ongan skaða av hesum.
  2. Næsta skriðulopið, sum var tað størsta, fór tvørtur um allan vegin, fylti umleið 50 m av vegi og skaddi autoverjuna á hesum strekki.
  3. Triðja skriðulopið, ið var næst bygdini, fylti veitina í ovara borði og tvørrennuna; vatnið rann tvørtur um vegin, og skolaði part av skráanum burtur. Umleið 50 m av autoverju mugu setast upp av nýggjum á hesum strekki.
  1. Sum heild kann sigast, at stórur partur av veitunum og tvørrennunum á Kunoyarvegnum og vestursíðuni á Borðoynni mugu reinsast, og tilfarið beinast burtur.
  2. Á Kalsoynni lupu 10 skriðulop millum Húsar og Hattardal og 2 millum Húsar og Syðradal. Nógv tilfar er komið á vegin í øllum støðum, og á tí eina strekkinum liggja umleið 80 m av vegi undir mold. Á einum stað fóru umleið 30 m av vegi á sjógv, og umleið 200 m av autoverju hava fingið skaða. Í fleiri støðum oman fyri vegin stendur bakkin til at leypa.

*) Ikki íroknað trygging av økinum oman fyri vegin á strekkinum millum Norðuri á Dal og
Miðardal, sum ikki kann umvælast í løtuni.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

31.500

4.300

35.800

Útreiðslur

82.500

4.300

86.800

Inntøkur

51.000

-

51.000

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

31.500

4.300

35.800

       

Útreiðslur

70.500

4.300

74.800

11. Lønir v.m.

29.500

1.530

31.030

14. Keyp av vørum og tænastum

35.000

2.770

37.770

15. Keyp av útbúnaði, netto

4.000

-

4.000

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

1.700

-

1.700

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

300

-

300

       

Inntøkur

39.000

-

39.000

21. Søla av vørum og tænastum

16.000

-

16.000

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

8.500

-

8.500

77. Flyting frá kommunum

14.500

-

14.500

       

40. Inntøkufíggjað virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

0

-

0

       

Útreiðslur

12.000

-

12.000

11. Lønir v.m.

1.500

-

1.500

14. Keyp av vørum og tænastum

1.900

-

1.900

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

100

-

100

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

8.500

-

8.500

       

Inntøkur

12.000

-

12.000

21. Søla av vørum og tænastum

12.000

-

12.000

       

C. Grundgeving fyri framløgu.

Málið hevur skund, tí skaðarnir á vegakervið, sum fórst í Føroyum vegna skriðulop 18. september 2000, má bøtast beinanvegin.

D. Uppskot.

    §6

    B. Játtanir

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Tús. kr.

    6.38.1. Vegir og havnir
    6.38.1.04. Hald av landsvegnum

    J

    31.500

    -

    EYJ

    4.300

    -

     

E. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum

Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send Fíggjarnevndini, av tí at málið hevur skund.

Váttað:

Karsten Hansen
landsstýrismaður

/Petur Alberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

_________________________________________

Bjarni Djurholm
landsstýrismaður

/ Arne Poulsen
aðalstjóri

Tinganes • Postsmoga 377 • 110 Tórshavn
Telefon 35 60 60 • Telefax 35 60 65 • E-mail: VMS@VMS.FO