Eykajáttanarskjal tingsetan 2000 - 1-9/2000

 

Skjal D

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Anna Kass [mailto:AnnaK@umms.fo]
Sendt: 11. apríl 2001 15.52
Til: 'mariusr@logting.fo'
Cc: Torbjørn Jacobsen; Petur Petersen; Bjarni Wilhelm
Emne: Eykajáttan §7

 

Til Fíggjarnevndina

Vísandi til fund í morgun verður, sum avtalað, sent tykkum:

  1. Frágreiðin um tørv til fólkaskúlan
  2. Avrit av semju viðv. makaskifti hjá Tekniska skúla í Tórshavn og Tórshavnar Býráð
  3. Skriv viðv. Stuðulstovnin
  4. Umsókn hjá Maskinmeistaraskúlanum
  5. Løgfrøði á Setrinum

Ad 1)
Fólkaskúlin hevur í uppskotinum til eykajáttan fingið 1,5 mió. kr. afturat fíggjarlógini fyri 2001, meðan tørvur er á 8,3 mió. kr.  Umframt umsókn um 7,1 mió kr. grundað á sáttmálan hevur Mentamálastýrið tann 23.03.2001 søkt Fíggjarmálastýrið um 1,2 mió. kr. til eftirløn til sáttmálasettar lærarar. Á fíggjarlógini fyri 2001 er henda konto av misgáu undirmett við 1,2 mió. kr. (játtanin til eftirløn er 6,8 mió. kr., men útreiðslan verður væntandi 8,0 mió. kr.). Sáttmálin millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag frá 30.04.2000 hevur við sær hesar broytingar í 2001:

  Mió. kr.
øktan niðurskurð fyri leiðslu 1,4
niðurskurð fyri ráðlegging 3,0
niðurskurð til telduvørðir 1,7
øktan niðurskurð fyri bókasavnsarbeiði 0,2
niðurskurð fyri skúlavegleiðing 0,6
niðurskurð til flokslærarauppgávuna 0,2
íalt 7,1
Harumframt kemur eftirløn 1,2
Samlaður tørvur 8,3

Um virksemið í fólkaskúlanum ikki skal verða munandi skert komandi skúlaár í mun til skúlaárið 2000/2001 er neyðugt við kr. 6,8 mió. kr. afturat teimum 1,5 mió. kr., sum eru settar av á eykajáttanarløgtingslógini fyri mars.
http://www.lnd.fo/flf2000/semja.htm

Ad 2)
Avtala ml. Stýrið fyri Tekniska skúlan í Tórshavn og Mentamálastýrið.doc

Ad 3)
Áheitan á lands..doc

Ad 4)
7.23.6.07. Maskinmeistaraskúlin (Rakstrarjáttan)
Útbúgvingarráðini fyri Maskinmeistaraskúlan og teknisku skúlarnir hava saman við Maskinmeistarafelagnum biðið um at fáa eina reglugerð fyri maskinatstøðingar, soleiðis at farast kann undir maskinmeistaraútbúgving, ið uppfyllir STCW sáttmálan til vinnubrøv.
Fyri at seta reglugerðina í verk verður mett, at tað krevjast 80.000,- kr. fyrsta árið, og síðani kr. 20.000,- um árið. Søkt verður tí um kr. 80.000,- í eykajáttan í 2001.
Eisini verður søkt um, at ónýtt játtan í 2000, sum er kr. 200.000, verður endurjáttað í 2001 at nýta til eitt bókasavn og til keyp av teldum í sambandi við skeiðsvirksemi.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr. J EYJ J+EYJ
Nettoútreiðslujáttan 6.446 280 6.726
Útreiðslur 6.721 280 7.001
Inntøkur 275   275
20. Vanligt virksemi      
Nettoútreiðslur 6.446   6.726
Útreiðslur 6.721 280 7.001
11. Lønir o.a. 5.745 80 5.825
14. Keyp av vørum og tænastum 845   845
15. Keyp av útbúnaði, netto 61 200 261
16. Leiga, viðlíkahald og skattir   70 70
19. Ymsar rakstrarútreiðslur -   -
Inntøkur 275   275
21. Søla av vørum og tænastum 275   275
25. Eftirlits- og umsjónargjøld -   -
63. Vanligar flytingarinntøkur -   -
76. Innanh. flyt. millum almennar stovn. - -  

Ad 5)
løgfrøði til MMS.doc - Løgfrøði frá SSD.doc

Vinarliga
Mentamálastýrið
Anna Kass