Eykajáttanarskjal tingsetan 2000 - 1-3/2000

Løgtingsmál nr. 1-3/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2000
Latið nevndini 5. oktober 2000

Skjal A

Eitt sindur av teori um ábyrgd landsstýrismanna 

Í uppskoti til eykajáttanarlóg fyri september 2000 skjýtur løgmaður upp fyri Løgtinginum, at tað við eykajáttanarlóg verður veitt løgmansskrivstovuni kr. 400.000 at nýta hjá løgmanni at seta ein uttanveltaðan løgfrøðing at kanna, um fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í ymsum pensjónsviðurskiftum aftaná ársskiftið 2000, sbr. frágreiðing landsstýrismálanevndarinnar 30. juni 2000, er farin fram lógliga.

Málið er eftir 1. viðgerð 21. september 2000 beint fíggjarnevndini til viðgerðar.

Sum undirstøðutilfar til hesa viðgerð kann greiðast eitt sindur frá teoretiska grundarlagnum undir lóggávuni um ábyrgd landsstýrismanna.

Ein og hvør landsstýrismaður virkar undir politiskari og rættarligari ábyrgd mótvegis í fyrsta lagi løgmanni og í øðrum lagi í móti Løgtinginum.

Politisk ábyrgd merkir, at viðkomandi landsstýrismaður kann verða settur frá av løgmanni ella av løgtinginum. 17 tingmenn krevjast til at seta landsstýrismann frá. Løgmaður ger einsamallur av, um hann velur at seta landsstýrismann frá. Um politiskar grundir eru fyri at seta ein landsstýrismann frá, er ein rein politisk meting. Landsstýrismenn kunnu frá Løgtinginum ella løgmanni hava eitt ógvuliga stutt band at ganga í, ella eitt sera vítt band, har teir kunnu loyva sær nærum alt tað, ið teir hava hug til, uttan at tað fær nakra politiska avleiðing. Tað kann eisini henda seg, í tí veruliga politiska lívinum, at tann politiska og rættarliga ábyrgdin verður tvinnað saman soleiðis, at løgmaður ella Løgtingið ger av, at tey gera politisku og rættarligu ábyrgdina til eitt, soleiðis at skilja, at teir ikki vilja, at mál fáa politiska avleiðing, fyrr enn tað fær rættarliga avleiðing, tvs. at kravt verður, at tað er sligið fast, at landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at, fyrr enn hann verður settur frá. Tann margháttliga hugsanin hevur verið hoyrd í seinastuni, at ein landsstýrismaður skal hava eina rættartrygd, tá ið umræður støðuni um, hvørt hann skal verða sitandi í sessinum ella ei. Her tykist "begrebsforvirringur" at vera íkomin. Politisk ábyrgd er politisk og einki annað. Øll sjónarmið telja, bara tey eru nóg sterk. Landsstýrismaðurin skal sjálvsagt hava rættartrygd sum øll onnur, men hetta er bara galdandi, tá ið umræður viðurskifti, sum hava samband við krav um revsing í móti honum fyri at hava borið seg ólógliga at.

Rættarlig ábyrgd merkir, at viðkomandi landsstýrismaður av løgmanni ella Løgtinginum kann verða settur fyri eitt nevningating, har viðkomandi av 12 av vanligu borgarum landsins undir umsjóns sorinskrivarans verður dømdur/frídømdur fyri brot á § 5 í løgtingslógini um ábyrgd landsstýrismanna, tí at hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, lóggávuni annars, ella annars eftir starvsinnihaldi sínum. Sama er, gevur hann Løgtinginum villeiðandi ella skeivar upplýsingar ella tigur við upplýsingum.

Løgmaður hevur eftir stýrisskiparlógini § 33, stk. 3, skyldu til at hava eitt politiskt og rættarligt eftirlit við landsstýrismonnunum. Hann skal eftir hesi grein hava eftirlit við, at hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Útinnir løgmaður ikki eftirlitsskylduna at syrgja fyri, at fullgott verður umsitið, kann hetta hava við sær, at Løgtingið ger av at lata tað fáa politiskar avleiðingar soleiðis, at hann noyðist frá løgmansembætinum. Tekur løgmaður ikki stig til

kann hetta fáa rættarligar avleiðingar fyri løgmann soleiðis, at hann av Løgtinginum verður settur fyri nevningating við kravi um revsing sbr. lógini um ábyrgd landsstýrisins í § 5, tí at hann ikki hevur hildið eftirlitsskyldu sína í stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3. Í hesum sambandi er at viðmerkja, at løgmaður ikki kann kenna seg tryggan, hóast meiriluti beint nú í Løgtinginum ikki fer at gera rættarliga ábyrgd galdandi. Eitt løgting, sum kemur til aftaná komandi val og hevur eina øðrvísi samanseting, kann nevniliga eisini gera av at reisa ákæru móti honum, tí sbr. lógini um ábyrgd landsstýrisins er fyrningarfrestin sbr. § 8 ongantíð styttri enn 5 ár.

Løgtingsmenn hava onga rættarliga ábyrgd at syrgja fyri, at landsstýrismenn fyrisita lógliga, heldur ikki tá teir sita sum nevndarlimir í landsstýrismálanevndini og sbr. stýrisskipanarlógini § 38 hava eftilit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. § 38 ásetir, at teir skulu hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt, men tað fær ongar rættarligar avleiðingar fyri løgtingsmenn, halda teir seg ikki til hesa eftirlitsskyldu. Løgtingsmenn kunnu ikki revsast fyri tað, at teir bera seg ólógliga at, tá teir starva sum løgtingsmenn (heruppií eisini í nevndarstarvi), teir hava bara eina ábyrgd í hesum sambandi, og tað er, at teir við næsta val eru í vanda fyri ikki at verða afturvaldir. Sjálvsagt er hetta bara galdandi í tí, teir gera í starvi sum løgtingsmenn, sum privatmenn kunnu teir revsast sum øll onnur fyri brot á lóggávuna.

Men hvørjar gerðir landsstýrismansins eru lógligar ella ikki, vita vit ikki við vissu, fyrr enn 12 nevningar aftaná rættarviðgerð hava svarað spurninginum, um ein landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at ella ikki. Tá ið løgmaður skal meta um, hvørt landsstýrismaður hevur borið seg ólógliga at, má hann seta seg niður við teirri serfrøðingahjálp, sum nú einaferð er tøk, og gera eina forsøgn (prognosu), sum sigur: Hvørja støðu er væntandi, at eitt nevningating kemur til í hesum føri?

Tí verður altíð ein óvissa við niðurstøðu løgmans, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki, men sum stýrisskipanarlógin § 33, stk. 3, er orðað, hevur løgmaður skyldu at gera eina niðurstøðu, um ólógliga hevur verið atborið ella ikki út frá teimum upplýsingum, hann nú einaferð hevur í málinum. Løgmaður kann ikki kasta ábyrgdina frá sær við at seta ein óheftan serfrøðing at gera eina niðurstøðu. Hann má sjálvur gera eina niðurstøðu um serfrøðingaúrslitið, og um niðurstøða hansara eigur at fáa rættarligar ella politiskar avleiðingar.

Sum nevnt omanfyri, er uppgáva løgmans eftir § 33, stk. 3, í stýrisskipanarlógini at hava politiskt og rættarligt eftirlit við landsstýrsismonnum. Løgmaður má í hesum sambandi tryggja sær, at hann kring um seg hevur eitt embætisverk, sum, í hvussu so er, vanliga er ført fyri at ráðgeva honum í slíkum málum, t.e. at hetta er ein týðandi partur av uppgávunum hjá Løgmansskrivstovuni.

Spurningurin um, hvørja játtan løgmaður eigur at hava til taks til kanningar sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, er ein politiskur spurningur, sum Løgtingið má gera av, bæði tá ið tað snýr seg um árligu játtanina á fíggjarlógini til Løgmansskrivstovuna, og sum í hesum føri, tá ið løgmaður vil hava arbeiðið gjørt eksternt. Ein manglandi játtan frítekur tó á ongan hátt løgmann fyri ábyrgdina sbr. § 33, stk. 3. 

Á skrivstovu Løgtingsins
4. oktober 2000 

Sjúrður Rasmussen