Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

17. fundur

Hósdagur 27. apríl 2000

kl. 9.30

Ár 2000, hósdagin hin 27. apríl, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Hildur Patursson (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

1. Góðkenning av gerðabók
Gerðabókin frá 16. fundi 17.04.2000 varð góðkend.

2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
Klokkan 9.45 kom Anfinn Kallsberg, løgmaður, á fund saman við fultrúunum Hilmar Høgenni og Eyðbjørn Larsen.Teir fóru av fundi kl. 11.05. Teir lótu nevndini alternativt uppskot til regluna um starvsviðurskiftini hjá borgarstjórum, nevndarskjal C.

3. Løgtingsmál nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"
Álit varð undirskrivað í málinum.

4. Løgtingsmál nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Álit var undirskrivað í málinum.

Tikið av dagsskrá: Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 1. mai 2000, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 17. fundi 27.04.2000
  2. Løgtingsmál nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri
  3. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgd
  4. Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
  5. Løgtingsmál nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg

 Fundur lokin kl. 12.05

Sjúrður Rasmussen
skrivari