Gerðabók landsstýrislønarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

3. fundur

Mánadagur 8. mai 2000

kl. 15.00

Á fundi vóru:
Finnbogi Ísakson, form.
Sámal Petur í Grund
Eyðun Viderø
Edmund Joensen
Lisbeth L. Petersen
Jóannes Eidesgaard
Jógvan á Lakjuni
Vilhelm Johannesen
Finnur Helmsdal
Jenis av Rana

Skrivari:
Súsanna Danielsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók frá fundi 13. apríl 2000
    Gerðabókin varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Formaðurin greiddi frá, at arbeiðsbólkurin, sum varð settur at viðgera uppskotið v.m. og hevði somu manning, sum arbeiðsbólkurin, sum viðgjørdi løgtingsmannalønirnar, hevði gjørt sítt tilmæli, og las upp samandrátt um niðurstøðu úr hesum áliti.

Staðfestast kann, at arbeiðsbólkurin mælir frá at lata eftirlønirnar fáa afturvirkandi gildi longur enn til 15. mai 1998, tá ið verandi landsstýri varð sett, at tey meta, at serstøk lønarlóg eigur at verða gjørd fyri landsstýrismenn, soleiðis at teir ikki beinleiðis eru knýttir at tænastumannalønarskalainum, og at samsýningarspurningurin er so kompleksur, at teir ikki meta seg hava stundir til at koma við einum uppskoti um tað nú.

Formaðurin bað síðani um viðmerkingar til álitið.

Jóannes Eidesgaard legði fyri við at siga, at tað eru nógvir tættir í hesum málinum og skotbráið er stutt. Hann mælti til at heita á landsstýrið um at viðgera málið av nýggjum og at leggja uppskot fyri tingið í næstu tingsetu. Hesum tóku umboðini hjá Sambandsflokkinum og Miðflokkinum eisini undir við.

Umboðini hjá Sambandsflokkinum løgdu aftrat, at Sambandsflokkurin var í síni tíð í móti at hækka tingmannalønirnar, men gjørdist hetta ein veruleiki, og er hetta so konsekvensurin av tí. Mæla tó til, at málið sum heild verður tikið upp av nýggjum aftur.

Formaðurin segði síðani, at málið, sum fyriliggur, er tað sama, sum varð gjørt við tingmannaeftirlønirnar í fjør, og spurdi, um man út frá hesum sjónarhorni ikki skuldi taka undir við uppskotinum, sum tað liggur fyri, við møguliga tekniskum broytingum fyri at fáa lógirnar at svara saman.

Vilhelm Johannesen segði seg vera samdan við Jóannes Eidesgaard í hansara meting, men mælti til at taka undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

Sámal Petur í Grund mælti til at avgreiða eftirlønarspurningin nú, sum hann fyriliggur, og síðani at heita á landsstýrið um at lata somu nevnd, sum hevur viðgjørt málið, um at halda fram við arbeiðnum.

Síðani varð umrøtt, at tað ber ikki til hjá nevndini at heita á landsstýrið, so málið má so ella so aftur í tingið, antin við tilmæli um at taka undir við tí í verandi líki ella broytt, at mæla til at fella málið ella at lata málið detta burtur vegna tess, at tað ikki kemur aftur í tingið.

Síðani var orðadráttur, um uppskotið skuldi tilmælast ella ikki.

Finnur Helmsdal og Eyðun Viderø vóru í prinsippinum fyri at taka undir við málinum, sum fyrilá, men vildu ikki taka undir við tí, um tað ikki var frá eini samdari nevnd.

Fundur lokin kl. 16.30

Súsanna Danielsen
skrivari