Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

10. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 3. desember kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, fomaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

 

Kaj Leo Johannesen, Sverre Midjord og Bill Justinussen vóru ikki á fundi

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 9. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Uppskot til álit varð góðkent.

 

3.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Uppskot til álit varð góðkent.

 

4.      Løgtingsmál 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Uppskot til álit varð góðkent.

 

5.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Landsstýrismaðurin kom á fundin kl. 11.15 saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, og Eyðbirni Larsen, deildarstjóra.

Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at skriva álit.

 

6.      Løgtingsmál ne. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Landsstýrismaðurin var eisini boðsendur at umrøða hetta málið.

Gjørt varð av at skriva álit.

 

7.      Løgtingsmál nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Landsstýrismaðurin var eisini boðsendur at umrøða hetta málið. Landsstýrismaðurin fór saman við embætisfólkunum av fundinum kl. 12.10.

Gjørt varð av at skriva álit.

 

8.      Løgtingsmál nr. 85/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið
Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at boðsenda Peturi Zachariassen, hagfrøðingi, og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

9.       Løgtingsmál nr. 96/2007: Uppskot til broyting í Tingskipanini
Gjørt varð av at skriva álit.

  

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti komandi fund at verða mánadagin 10. desember 2007, kl 8.45 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 85/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 09.00 Petur Zachariassen, hagfrøðingur (fundurin ikki váttaður enn)

Kl. 09.30 Landsstýrismaðurin

 

Fundur lokin kl. 12.20

 

Jóhanna Arge
skrivari