Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

9. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 26. november kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, fomaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Kaj Leo Johannesen

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

 

Bill Justinussen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 8. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Karen Marie Olesen, fúti, kom á fundin kl. 10.30 og fór av aftur fundinum kl. 10.55.

Gjørt varð av at skriva uppskot til álit.

 

3.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Avgjørt varð at skriva uppskot til álit.

 

4.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Avgjørt varð at skriva uppskot til álit.

 

5.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð umrøtt.

 

6.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

 

7.      Løgtingsmál nr. 57/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Málið varð útsett.

 

8.      Løgtingsmál nr. 73/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd
Málið varð útsett.

  

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur. 

 

Fundur lokin kl. 11.00

 

Jóhanna Arge
skrivari