Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

8. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 19. november kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, fomaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

 

Kaj Leo Johannesen, Sverre Midjord og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 7. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, kom á fund við nevndina kl. 9.45. Hann fór av aftur fundinum kl. 10.30.

Landsstýrismaðurin kom á fundin saman við Hilmari Høgenni, deildarstjóra, kl. 11.00. Teir fóru av aftur fundinum kl.11.35.

Málið varð umrøtt.

 

3.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Heri Kragesteen, leiðandi sálarfrøðingur á psykiatriska deplinum, kom á fund við nevndina kl. 10.35. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.00.

Gjørt varð av at boðsenda Karini Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini á fund við nevndina.

 

4.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Málið varð umrøtt.

 

5.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyotofrumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð umrøtt.

 

6.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið varð umrøtt. 

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti komandi fundin at verða mánadagin 26. november 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)

3.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna

4.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum

5.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

6.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

 

Hesi koma á fund við nevndina í sambandi við pkt. 2:

Kl.   9.45 Umboð fyri Barnaverndarstovuna

Kl. 10.15 Umboð fyri Kriminalforsorgina

Kl. 11.00 Fútin

  

Fundur lokin kl. 11.35

 

Jóhanna Arge
skrivari