Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

7. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 5. november kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Kristian Magnussen, næstformaður

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Poul Michelsen og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 6. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Kl. 10.00 kom Finnbogi Joensen á fund við nevndina. Frá honum fekk nevndin bóklingin Agenda 21 – ein ætlan fyri burðardygga menning. Finnbogi Joensen fór av aftur fundinum kl. 10.35, tá Gunnar Bjarnason, búnaðarráðgevi í Búnaðargrunninum kom á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.05, tá landsstýrismaðurin kom á fundin saman við Hilmari Høgenni, deildarstjóra, og Róki Tummasarson, fulltrúa. Rókur Tummasarson fór av fundinum kl. 11.30.

 

3.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið varð umrøtt við landsstýrismannin, sum saman við embætismanninum fór av aftur fundinum kl. 12.10.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur. 

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

Jóhanna Arge
skrivari