Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

6. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 22. oktober, kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kaj Leo Johannesen

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

 

Kristian Magnussen, Sverre Midjord og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Páll á Reynatúgvu var við sum eygleiðari ein part av fundinum.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 5. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið varð umrøtt.

 

3.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð umrøtt. Gjørt varð av, at formaðurin skal biðja løgtingsformannin um at leingja freistina at leggja fram álit.

 

4.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna
Gjørt varð av at boðsenda Jógvani Mørkøre og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

5.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum
Gjørt varð av at boðsenda Finnboga Joensen, Gunnari Bjarnason og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

6.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Gjørt varð av at boðsenda fútanum, Barnaverndarstovuni og Hera Kragesteen á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 5. november, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna

3.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Jógvan Mørkøre, pkt. 2

Kl. 10.30 Finnbogi Joensen, pkt. 3

Kl. 11.00 Gunnar Bjarnason, pkt. 3

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin í smb. við pkt. 2 og 3

 

Fundur lokin kl. 10.30

 

Jóhanna Arge
skrivari