Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

5. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 15. oktober, kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kaj Leo Johannesen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 4. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

Kl. 10.10 kom løgmaður á fundin saman við Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra. Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.30.

 

Kl. 10.35 kom landsstýrismaðurin í innlendismálum á fundin saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, Hilmari Høgenni, deildarstjóra og Hugini Skaalum, fíggjarfulltrúa.

 

Málið varð umrøtt, og støða varð tikin til innihaldið í ummælinum til fíggjarnevndina.

 

3.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Landsstýrismaðurin var eisini boðsendur at umrøða hetta málið. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 11.35.

 

      Málið varð umrøtt. Uppskot til álit varð umrøtt.

 

4.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð umrøtt. Uppskot til álit varð umrøtt.

 

5.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
Málið varð umrøtt. Uppskot til álit varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 22. oktober, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

3.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

4.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna

5.      Løgtingsmál nr. 16/2007: Uppskot til samtyktar um at skipa tjóðarlundir í Føroyum

6.      Løgtingsmál nr. 35/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)

  

Fundur lokin kl. 12.00

 

Jóhanna Arge
skrivari