Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

4. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 8. oktober, kl. 9.35 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Olav Enomoto (f. Kaj Leo Johannesen)

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord var ikki á fundi

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabók
Gerðabókin frá 3. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
Vísandi til skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 5. oktober 2007, gjøgnumgekk nevndin § 2. Løgmansfyrisitingina, undantikið uttanríkismál og § 15 í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum.

Nevndin gjørdi av at seta løgmanni og landsstýrismanninum í innlendismálum spurningarnar í skjali Db og Dc og at boðsenda løgmanni og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

3.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið varð umrøtt. Gjørt varð av at skriva álit.

 

4.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Petur Zachariassen, hagfrøðingur, kom á fund við nevndina kl. 11.30. Frá honum fekk nevndin yvirlit yvir, hvør flokkur hevði fingið 33. tingsessin við at hækka talið av valdømisumboðum í Suðurstreymoy til 9, samanborið við at hækka talið á eykavaldum til 6. Petur Zachariassen fór av aftur fundinum kl. 12.10.

Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at boðsenda landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

5.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð tikið av skránni.

 

6.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna
Málið varð tikið av skránni.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 15. oktober, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

3.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

4.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

5.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Løgmaður í sambandi við pkt. 2

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í sambandi við pkt. 2 og 3.  

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

Jóhanna Arge
skrivari