Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

3. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 1. oktober, kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Kristian Magnussen, næstformaður

Olav Enomoto (f. Kaj Leo Johannesen)

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

 

Marjus Dam og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókur
Gerðabókin frá 2. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Kl. 10.00 komu Bjørg Jacobsen, skrivari í Javnstøðunevndini og Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, á fund við nevndina. Tær fóru av aftur fundinum kl. 10.30.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, kom saman við Hilmari Høgenni, deildarstjóra, á fund við nevndina kl. 10.40. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.00.

Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 8. oktober, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

3.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting (Føroyar sum eitt valdømi)

4.      Løgtingsmál nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

5.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

6.      Løgtingsmál nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstararavtalu fyri Suðuroynna

 

Í sambandi við pkt. 4 á dagskránni kemur Petur Zachariassen á fund við nevndina kl. 11.30.

 

Fundur lokin kl. 11.15

 

Jóhanna Arge
skrivari