Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

2. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 24. september, kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Olav Enomoto (f. Kaj Leo Johannesen)

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

 

Bill Justinussen var ikki á fundi.

 

Edmund Joensen var við sum eygleiðari á fundinum frá kl. 11.35 til 12.15.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabøkur
Gerðabókin frá 1. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

Sjúrður Skaale kom á fund við nevndina kl. 10.30. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.05, tá Ingibjørg Berg kom á fundin. Ingibjørg Berg fór av aftur fundinum kl. 11.35, tá Jóanes N. Dalsgaard kom á fundin. Jóanes N. Dalsgaard fór av fundinum kl. 12.00, tá Steinbjørn O. Jacobsen kom á fundin. Frá Steinbirni Jacobsen fekk nevndin avrit av blaðgrein um Føroyar sum eitt valdømi. Steinbjørn O. Jacobsen fór av fundinum kl. 12.15.

 

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at boðsenda umboðum fyri Javnstøðunevndina og Demokratia og landsstýrismannin Jacob Vestergaard á fund við nevndina.

 

3.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

Nevndin gjørdi av fyribils at útseta viðgerðina av hesum málinum, tí uttanlandsnevndin í løtuni viðger løgtingsmál nr. 29/2007 Uppskot til samtyktar um at seta í gildi Kyotosáttmálan.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 1. oktober, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Umboð fyri Javnstøðunevndina og Demokratia

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

 

Fundur lokin kl. 12.20

 

Jóhanna Arge
skrivari