Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

1. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 17. september, kl. 9.30 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Olav Enomoto (f. Kaj Leo Johannesen)

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Johan Dahl var við sum eygleiðari á fundinum frá kl. 11.10 til 11.40.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabøkur
Gerðabøkurnar frá 28. og 29 fundi vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar.
 

2.      Løgtingsmál 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Nevndin fekk avrit av skrivum frá Michael Feldballe um nýggja valskipan og Javnstøðunevndini og Demokratia um broytingar í javnstøðulógini og løgtingsvallógini.

Kl. 9.50 kom Petur Zachariassen, hagfrøðingur, á fund við nevndina. Frá honum fekk nevndin tekniskar viðmerkingar í sambandi við eitt valdømi. Petur Zachariassen fór av fundinum kl. 10.40, tá Halgir Winther Poulsen, advokatur, kom á fundin. Halgir Winther Poulsen fór av aftur fundinum kl. 11.10, tá Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, kom á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.55.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at boðsenda Steinbirni O. Jacobsen, Sjúrði Skaale, Ingibjørg Berg og Jóanesi N. Dalsgaard á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

 Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 24. september, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

3.      Løgtingsmál nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Steinbjørn O. Jacobsen

Kl. 10.30 Sjúrður Skaale

Kl. 11.00 Ingibjørg Berg

Kl. 11.30 Jóannes N. Dalsgaard

 

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Jóhanna Arge
skrivari