Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

6. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 5. desember, kl. 9.30 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.        Gerðabókin
Gerðabøkurnar frá 4. og 5. fundi vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar við einstakari rætting.

 

2.      Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð

 

3.      Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Mál nr. 2 og 3 á dagsskránni vórðu viðgjørd undir einum.

Nevndin fekk avrit av telduposti úr Mentamálaráðnum viðvíkjandi gildiskomuregluni í løgtingsmáli nr. 75/2007.

Jógvan Fríðriksson, bispur, Jógvan Bæk, dómpróstur, og Edvin Joensen, formaður í Próstadømisráðnum, komu á fundin kl. 9.50. Frá dómprósti fekk nevndin skriv við viðmerkingum til løgtingsmálini. Teir fóru av  fundinum kl. 10.45.

Tummas Lauritsen, formaður í felagnum fyri Kirkjuráðslimir, kom á fundin saman við Foldbo, nevndarlimi, og Heina Kristiansen, skrivara, kl. 10.45. Teir fóru av fundinum kl. 11.00.

Kl. 11.05 kom Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum, saman við Marjuni Bæk og Meinhardi Bjartalíð á fundin, og tey fóru av fundinum kl. 11.55.

Landsstýrismaðurin kom á fundin saman við Bjarna Vilhelm, deildarstjóra, og Bergi Berg, ráðgeva. Landsstýrismaðurin fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 12.45.

 

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti komandi fundirnar at verða:

 

fríggjadagin 7. desember kl. 9.30

 

við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgur í kringvarpssendinetið
  3. Løgtingsmál nr. 90/2007: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Kringvarpshúsið í Sortudíki
  4. Løgtingsmál nr. 24/2007: Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
  5. Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
  6. Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl.   9.45 Umboð fyri Stýrið fyri Kringvarp Føroya (pkt. 2 og 3)

Kl. 10.15 Umboð fyri Føroya Tele (pkt. 2)

Kl. 10.45 Landsstýrismaðurin (pkt. 2, 3 og 4)

 

og

 

mánadagin 10. desember 2007, kl. 9.30

 

við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya (University of the Faroe Islands)
  3. Løgtingsmál nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
  4. Løgtingsmál nr. 24/2007: Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
  5. Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
  6. Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
  7. Løgtingsmál nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgur í kringvarpssendinetið
  8. Løgtingsmál nr. 90/2007: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Kringvarpshúsið í Sortudíki

 

Hesi koma á fund við nevndina: (er ikki váttað enn)

Kl. 10.00 Setursráðið á Fróðskaparsetri Føroya (pkt. 2)

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin saman við rektarunum á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og Læraraskúlanum (pkt. 2)

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin saman við landsantikvarinum og umboð fyri Westward Ho (pkt. 3)

 

Fundur lokin kl. 12.45

 

Jóhanna Arge
skrivari