Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

5. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 29. november, kl. 8.15 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam og Heidi Petersen vóru ikki á fundi

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.        Gerðabókin
Málið varð útsett.

 

2.       Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
 

3.      Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Vegna landsstýrismannin kom Bergur Berg, ráðgevi í Mentamálaráðnum, á fund við nevndina kl. 8.15. Hann fór av aftur fundinum kl. 9.30.

 

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti komandi fundirnar at verða:

 

Mikudagin 5. desember kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabøkur
  2. Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
  3. Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni

 

Hesi koma á fund við nevndina í sambandi við pkt. 2 og 3:

Kl.   9.45 Bispur, próstur og umboð fyri Próstadømisráðið

Kl. 10.15 Umboð fyri Felagið fyri Kirkjuráðslimir

Kl. 10.45 Umboð fyri Prestafelagið

Kl. 11.15 Landsstýrismaðurin

 

og

 

fríggjadagin 7. desember kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgur í kringvarpssendinetið
  3. Løgtingsmál nr. 90/2007: Uppskot til løgtingslóg um at útbyggja Kringvarpshúsið í Sortudíki
  4. Løgtingsmál nr. 24/2007: Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
  5. Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
  6. Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni

 

Hesi koma á fund við nevndin:

Kl.   9.45 Umboð fyri Stýrið fyri Kringvarp Føroya (pkt. 2 og 3)

Kl. 10.15 Umboð fyri Føroya Tele (pkt. 2)

Kl. 10.45 Landsstýrismaðurin (pkt. 2, 3 og 4)

 

Fundur lokin kl. 9.30

 

Jóhanna Arge
skrivari