Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

4. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 26. november, kl. 13.00 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

Asbjørn Djurhuus (f. Olav Enomoto)

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam, John Johannessen og Heidi Petersen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.        Gerðabókin
Gerðbókin frá 3. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 24/2007: Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
Birta Biskopstø, forkvinna í Kvinnufelagasamskipan Føroya, kom á fundin kl. 13.15 og fór av aftur fundinum kl. 12.45.

 

3.        Løgtingsmál nr. 67/2007: Uppskot til løgtingslóg um íløgur í kringvarpssendinetið
Skriv frá stýrinum fyri Kringvarp Føroya um sendinetið varð býtt út.

Nevndin gjørdi av at boðsenda formanninum í Kringvarpsstýrinum saman við stjóranum fyri Kringvarp Føroya, umboð fyri Føroya Tele og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

4.        Løgtingsmál nr. 75/2007: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð

 

5.      Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Nevndin gjørdi av at boðsenda bispi, prósti, Próstadømisráðnum, umboð fyri ávikavist felagið fyri Kirkjuráðslimir og Prestafelagið og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

6.      Løgtingsmál nr. 82/2007: Uppskot til løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya
Nevndi gjørdi av at boðsenda setursráðnum á Fróðskaparsetri Føroya og landsstýrismanninum saman við rektarunum á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya og Føroya Læraraskúla á fund við nevndina.

 

7.      Løgtingsmál nr. 84/2007: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
Nevndin gjørdi av at boðsenda landsstýrismanninum saman við umboði fyri Føroya Fornminnissavni á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti komandi fundin at verða hósdagin 29. november, kl. 8.15 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 75/2207: Uppskot til løgtingslóg um kirkjuráð og próstadømisráð
  3. Løgtingsmál nr. 77/2007: Uppskot til løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 8.15 Landsstýrismaðurin (pkt. 2 – 3)

 

Fundur lokin kl. 14.30

 

Jóhanna Arge
skrivari