Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

3. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 30. oktober, kl. 9.30 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

 

Til viðgerðar:

 

1.        Gerðabókin
Gerðbøkurnar frá 1. og 2. fundi vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar.

 

2.      Løgtingsmál 24/2007 Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
Kl. 10.15 kom Bjørg Jacobsen, skrivari í Demokratia og Javnstøðunevndini, á fundin. Hon fór av aftur fundinum kl. 10.30.

Eyðun Andreasen, formaður í Granskingarráðnum, kom á fundin saman við Kristionnu W. Poulsen, fulltrúa, kl. 10.30. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.05.

Eftir hetta kom Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, saman við Maluni Marnersdótttir á fundin. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.45.

Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti komandi fundin at verða mikudagin 7. november 2007, kl. 8.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál 24/2007: Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu

 

Hesi koma á fund við nevndina:

Kl. 8.30 Kvinnufelagasamskipan Føroya

Kl. 8.50 Landsstýrismaðurin

 

Fundur lokin kl. 11.50

 

Jóhanna Arge
skrivari