Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

2. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 17. oktober, kl. 8.15 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen

 

Óli Breckmann, Marjus Dam og Tórbjørn Jacobsen vóru ikki á fundi

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Máli varð útsett til komandi fund.

 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
Landsstýrismaðurin í mentamálum kom á fundin kl. 8.45 saman við Peturi Petersen, Jóannes Dalsgaard, Bjarna Vilhelm og Annu Kass. Tey fóru av aftur fundinum kl. 9.40.

 

Málið varð umrøtt, og støða varð tikin til innihaldið í svarskrivinum til fíggjarnevndina.

  

Næsti fundur:

 

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 9.45

 

Jóhanna Arge
skrivari