Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

1. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 10. oktober, kl. 9.50 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Óli Breckmann, næstformaður

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Marjus Dam var ikki á fundi

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 22. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
Vísandi til skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 5. oktober 2007, gjøgnumgekk nevndin § 7. Mentamálaráðið í løgtingsfíggjarlógar-uppskotinum.

Nevndin gjørdi av at seta landsstýrismanninum spurningarnar í skjali Cb og at boðsenda landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

3.      Løgtingsmál 24/2007 Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu
Nevndin gjørdi av at boðsenda Fróðskaparsetrinum, Granskingarráðnum, Javnstøðunevndini, Demokratia og Kvinnufelagasamskipan Føroya á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti komandi fund at verða mikudagin 17. oktober, kl. 8.15 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

 

Kl. 8.30 kemur landsstýrismaðurin á fund við nevndina

  

Fundur lokin kl. 11.50

 

Jóhanna Arge
skrivari