Gerðabók Fíggjarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

5. fundur

Ár 2007, mikudagin hin 10. oktober, kl. 11.00,  var fundur í fíggjarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Anfinn Kallsberg

Karsten Hansen

Kári P. Højgaard

Lisbeth L. Petersen

Annita á Fríðríksmøk (f. Páll á Reynatúgvu)

Vilhelm Johannesen

Kaj Leo Johannesen

 

Skrivari:

Høgni Joensen

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin 

Gerðabókin frá 3. fundi tann 21. september og 4. fundi tann 27. september 2007 vórðu góðkendar.

 

2.      Fíggjarnevndarskjal 7.01-20070007: Strandfaraskip Landsins - Smyril

Ein samd nevnd avgjørdi at ganga umsóknini á møti.

 

3.      Fíggjarnevndarskjal 7.01-20070008: Koppseting

Vísandi til tí manglandi materiellu heimildina avgjørdi nevndin, at umsóknin ikki varð gingin á møti. Hinvegin avgjørdi nevndin, at um so var, at neyðuga materiella heimildin varð tilstaðar, so fór nevndin at viðgera eina nýggja umsókn positivt.

  

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur ásettur.

  

Fundur lokin kl. 12.00

 

Høgni Joensen
skrivari