Gerðabók Fíggjarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

2. fundur

Ár 2007, týsdagin hin 14. august, kl. 13.00,  var fundur í fíggjarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Anfinn Kallsberg

Vilhelm Johannesen

Bill Justinussen (f. Karsten Hansen)

Kári P. Højgaard

Alfred Olsen (f. Lisbeth L. Petersen)

Páll á Reynatúgvu

 

Kaj Leo Johannesen  var ikki á fundi.

  

Skrivari:

Høgni Joensen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin 

Gerðabøkurnar frá 41. fundi tann 27. juni og 1. fundi tann 10. august

vórðu góðkendar.

 

2.      Løgtingsmál  nr. 2/2007: Eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007

Kl. 13.15 kom Karen Marie Olesen, fúti, á fund. Hon fór av fundi kl. 13.40

Kl.13.50 kom Andras Joensen, Norsk Veritas á fund. Hann fór av fundi kl. 14.10, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, saman við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra á Skipaeftirlitinum og Heri Joensen fíggjaleiðari komu á fund. Teir fóru av fundi kl. 14.45.

Avgjørt varð at fara undir at skriva álit. 

 

3.      Fíggjarnevndarkjal J.nr. 7.01-20070004 Studentaskúlin í Hoydølum

Nevndin avgjørdi at ganga umsóknini møti viðvíkjandi umbønint um meirjáttan til umvæling, men ikki um ráðgeving og óvæntaðar útreiðslur.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur ásettur.

  

Fundur lokin kl. 15.00

 

Høgni Joensen
skrivari