Gerðabók Fíggjarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2007

1. fundur

Ár 2007, fríggjadagin hin 10. august, kl. 11.30,  var fundur í fíggjarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Anfinn Kallsberg

Karsten Hansen

Kaj Leo Johannesen.

Kári P. Højgaard

Alfred Olsen (f. Lisbeth L. Petersen)

Kristian Magnussen (f. Vilhelm Johannesen)

Annita á Fríðriksmørk (f. Páll á Reynatúgvu) .

 

Skrivari:

Høgni Joensen

  

Til viðgerðar:

1.      Løgtingsmál  nr. 2/2007: Eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007

Málið varð viðgjørt. Avgjørt var at innkalla fútan, Norsk Veritas og landsstýrismannin í fiskivinnumálum saman við Skipaeftirlitinum.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti komandi fund til týsdagin 14. august 2007 kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

1.      Gerðabókin

2.      Lm. nr. 2/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007

3.      Fíggjarnevndarskjal J.nr. 7.01-20070004: Studentaskúlin í Hoydølum nr. 2

 

kl. 13.15 kemur fútin á fund

kl. 13.45 kemur Norsk Veritas á fund

kl. 14.00 kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, saman við Skipaeftirlitinum á fund.

  

Fundur lokin kl. 12.00

 

Høgni Joensen

skrivari