Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

28. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 23. apríl, kl.9.45 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Kaj Leo Johannesen

Poul Michelsen

John Johannessen f. Sverra Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðaðbókin frá 27. fundi 16. apríl 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Kl. 9.50 kom Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya, saman við Axel Nolsøe, deildarleiðara, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.30.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Kl. 10.55 kom Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.30, tá Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, kom á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.50.

Fundurin varð niðurlagdur kl. 11.50 og uppafturtikin kl. 13.35.

Kl. 13.40 kom landsstýrismaðurin saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, og Eyðbirni Larsen og Katrinu Mariu Johannesen, deildarstjórum, á fund við nevndina.

Málið varð umrøtt.
Nevndin gjørdi av at boðsenda løgmanni á fund við nevndina.
 

4.        Løgtingsmál nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Málið varð umrøtt við landsstýrismannin, sum saman við embætisfólkunum fór av aftur fundinum kl. 14.45.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 14.50

 

Jóhanna Arge
skrivari