Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

27. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 16. apríl, kl. 9.45 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Kristian Magnussen, næstformaður

Kaj Leo Johannesen

Poul Michelsen

John Johannessen fyri Sverra Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 26. fundi 29. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavning­arskipan millum kommunurnar í Føroyum
Nevndin gjørdi av at boðsenda Hagstovu Føroya á fund við nevndina.
 

3.      Løgtingsmál nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Kl. 10.00 kom Jóan Petur Hentze, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, saman við Bárði Larsen, løgfrøðiligum ráðgeva, og Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag, saman við Eyðuni Christiansen, ráðgeva  á fundin. Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.30.

Kl. 10.40 kom Olga Biskopstø, samskipari og nevndarlimur í Útoyggjafelagnum, á fund við nevndina. Hon fór av aftur fundinum kl. 11, tá Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, saman við Rannvá S. Hansen, fulltrúa, kom á fundin. Tær fóru av aftur fundinum kl. 11.30, tá Hermann Oskarsson, stjóri, saman við Bergi Dam og Axel Nolsøe, deildarleiðarum, kom á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 12.

Málið varð umrøtt.
Nevndin gjørdi av at boðsenda landsstýrismanninum á fund við nevndina.
 

4.      Løgtingsmál nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at boðsenda Vinnuhúsinum, Føroya Bjór, løgmanni saman við uttanríkisdeildini og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 23. apríl 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
  3. Løgtingsmál nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
  4. Løgtingsmál nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit

 

Í sambandi við pkt. 2. koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 9.45 Hagstova Føroya

 

Í sambandi við pkt. 3 koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.30 Vinnuhúsið

Kl. 11.00 Føroya Bjór

Kl. 11.30 Løgmaður

Kl. 13.30 Landsstýrismaðurin

 

Kl. 14.00 Landsstýrismaðurin í smb. við pkt. 4.

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

Jóhanna Arge
skrivari