Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

26. fundur

Ár 2007, hósdagin hin 29. mars, kl. 9.40 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Kaj Leo Johannesen

Poul Michelsen

John Johannessen f. Sverra Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðbókin frá 25. fundi 26. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um seta í gildi fyri Føroyar broyting í Lov for Færøerne om rettens pleje (Kildebeskyttelse)
Kl. 9.50 kom Henrik Møller, sorinskrivari, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundinum kl. 10.10, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, Katrinu Mariu Johannesen, deildarstjóra, og Gunnvá á Lofti og Salminu Arnoldson Poulson, fulltrúum, á fundin. Rúni Joensen fór av fundinum kl. 10.40.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál nr. 67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Landsstýrismaðurin og embætisfólkini vóru framvegis á fundinum til hetta málið.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

4.      Løgtingsmál nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
Landsstýrismaðurin og embætisfólkini vóru framvegis á fundinum til hetta málið. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av aftur fundinum kl. 11.00.

Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skriva álit.
 

5.      Løgtingsmál nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í lov for Færøerne om ændring i rettens pleje (advokater)
Álit varð undirskrivað
 

6.      Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at skrivað álit.
 

7.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Málið varð umrøtt.
 

8.      Løgtingsmál nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit
Nevndin gjørdi av at boðsenda Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Útoyggjafelagnum, Dátueftirlitinum og Hagstovu Føroya á fund við nevndina.
 

9.      Løgtingsmál nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir
Málið varð umrøtt.

  

Næsti fundur:

Formaðurin ásetti næsta fund at verða mánadagin hin 16. apríl, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

3.      Løgtingsmál nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit

4.      Løgtingsmál nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

5.      Løgtingsmál nr. 80: Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum

 

Í sambandi við pkt. 3 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag

Kl. 10.30 Útoyggjafelagið

Kl. 11.00 Dátueftirlitið

Kl. 11.30 Hagstova Føroya

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Jóhanna Arge
skrivari