Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

25. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 26. mars, kl. 10.00 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Kaj Leo Johannesen

John Johannessen (f. Sverra Midjord)

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Poul Michelsen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 24. fundi 19. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr.  67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Kl. 10.05 kom Eivind Weyhe, deildarleiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann fór av aftur fundinum kl. 10.30.
Kl. 10.35 komu Anfinnur Johansen, formaður, og Jónsvein Bech og Anna Brimnes nevndarlimir í navnanevndini á fundin. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.10.
 

3.      Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Svarini frá Innlendismálaráðnum, dagfest 23. mars 2007, vórðu gjøgnumgingin. Málið varð umrøtt.
 

4.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Málið varð útsett.
 

5.      Løgtingsmál nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af færdselsloven og pasloven
Álit varð undirskrivað.
 

6.      Løgtingsmál nr. 83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir
Álit varð undirskrivað.
 

7.      Løgtingsmál nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í lov for Færøerne om ændring i rettens pleje (advokater)
Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at spyrja Advokatfelag Føroya um teirra viðmerkingar til málið.
 

8.      Løgtingsmál nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um seta í gildi fyri Føroyar broyting í Lov for Færøerne om rettens pleje (Kildebeskyttelse)
Nevndin gjørdi av at boðsenda Kára á Rógvi, løgfrøðingi, Henrik Møller, sorinskrivara,og landsstýrismanninum á fund við nevndina.

  

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 29. mars 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Lm. nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um seta í gildi fyri Føroyar broyting í Lov for Færøerne om rettens pleje (Kildebeskyttelse)

3.      Lm. nr. 67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

4.      Lm. nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í lov for Færøerne om ændring i rettens pleje (advokater)

5.      Lm. nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

6.      Lm. nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

7.      Lm. nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd

8.      Lm. nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit

9.      Lm. nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl.   9.45 Sorinskrivarin

Kl. 10.15 Landsstýrismaðurin (Pkt. 2 og 3)

  

Fundur lokin kl. 12.00

 

Jóhanna Arge
skrivari