Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

24. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 19. mars, kl. 10.00 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Marjus Dam, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen (f. Sverra Midjord)

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kaj Leo Johannesen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 23. fundi 12. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Kl. 10.05 komu Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, saman við Jóan Petur Hentze, aðalskrivara, og Eyðuni Christiansen, ráðgeva, og Jóhan Christiansen, stýrislimi í Føroya Kommunufelag. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.45.

Kl. 10.50 kom Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.10.

Kl. 11.10 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, saman við Hilmari Høgenni, deildarleiðara, á fundin. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.35.

Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at senda landsstýrismanninum í fíggjarmálum nærri útgreinaðar spurningar, sum kunnu lýsa málið.

 

3.      Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Kl. 11.40 kom Jóannes Eidesgaard, løgmaður, saman við Marjuni Hanusardóttir, løgmansstjóra, Kaj P. Mortensen og Sjúrða Rasmussen, ráðgevum, á fundin.
 

4.      Løgtingsmál nr.57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Løgmaður og embætisfólkini vóru framvegis á fundinum til hetta málið. Tey fóru av aftur fundinum kl. 12.10.

Avgjørt varð at skriva álit.
 

5.        Løgtingsmál nr. 67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn
Nevndin gjørdi av at boðsenda navnanevndini saman við landsstýrismanninum og Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum á fund við nevndina. 

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 26. mars, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

3.      Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

4.      Løgtingsmál nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

5.      Løgtingsmál nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af færdselsloven og pasloven

6.      Løgtingsmál nr. 83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

7.      Løgtingsmál nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í lov for Færøerne om ændring i rettens pleje (advokater)

8.      Løgtingsmál nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um seta í gildi fyri Føroyar broyting í Lov for Færøerne om rettens pleje (Kildebeskyttelse)

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeildin)

Kl. 10.30 Navnanevndin saman við landsstýrismanninum í innlendismálum

 

 

Fundur lokin kl. 12.20

 

Jóhanna Arge
skrivari