Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

23. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 12. mars, kl. 9.50 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Kaj Leo Johannesen

Kristian Magnussen

Poul Michelsen

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Skipan av nevnd
Marjus Dam varð valdur til formann, og Kristian Magnussen varð valdur til næstformann.
 

2.      Gerðbókin
Gerðabókin frá 22. fundi 5. mars 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

3.      Løgtingsmál 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Kl. 10.00 komu Hans Norðfoss, formaður í Føroya Ungdómsráð, Tjóðhild Patursson, næstformaður, og Sára Zachariasardóttir, stjórnarlimur, á fund við nevndina. Tey fóru av aftur fundinum kl. 10.40.

Kl. 10.45 kom Firouz Gaini, mannfrøðingur, á fundin. Hann fór av aftur fundinum kl. 11.15.
 

4.      Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið varð tikið av skránni.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 19. mars, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
  3. Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
  4. Løgtingsmál 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
  5. Løgtingsmál 67/2006: Uppskot til løgtingsløg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

Í sambandi við pkt. 3 og 4 á dagsskránni kemur løgmaður á fund við nevndina kl. 11.30.

 

Fundur lokin kl. 11.20

 

Jóhanna Arge
skrivari