Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

22. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 5. mars, kl. 9.50 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen møtti fyri Sverra Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

 

Bill Justinussen var ikki á fundi. 

 

Skrivari:

Jóhanna Arge 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 21. fundi 26. februar 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Kl. 10.00 kom Bogi Hansen, professari, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundinum kl. 10.40.

Kl. 10.40 kom Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundi kl. 11.05.

Kl. 11.10 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, saman við Róki Tummasarsyni á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.40.

Avgjørt varð at innkalla Jóannes Eidesgaard, løgmann, á fund við nevndina.

 

Næsti fundur:  

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 12. mars 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

3.      Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Føroya Ungdómsráð

Kl. 10.30 Firouz Gaini, mannfrøðingur

 

Í sambandi við pkt. 2 og 3 á dagsskránni kemur løgmaður á fund við nevndina kl. 11.00

 

Fundur lokin kl. 11.45

 

Jóhanna Arge
skrivari