Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

21. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 26. februar, kl. 10.00 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

John Johannessen møtti fyri Sverra Midjord  

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

 

Poul Michelsen og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 20. fundi 19. februar 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál 56/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Kl. 10.05 kom Klæmint Weihe, stjóri á SEV, og Poul Arni Jacobsen, næstformaður í stýrinum fyri SEV, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 10.35.

Kl. 10.40 kom Jóhan í Niðristovu, stjóri i Sp/f Røkt, saman við Hans Trygva Teirin, advokati, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum 11.20.

Kl. 11.25 kom Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, saman við Hákuni Djurhuus og Meinhardi Jacobsen, nevndarlimum, og Jan Mortensen, stjóra í Vinnuhúsinum. Frá Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk nevndin handað skriv viðv. Føroyum og Kyoto-sáttmálanum. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.55.

Kl. 12.00 kom Bárður Nielsen, landsstýrismaður, saman við Mortani Simonsen, ráðgeva, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 12.30.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 5. mars 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðbókin

2.      Løgtingsmál nr. 56/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

 

Í sambandi við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Bogi Hansen, professari

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í vinnumálum (orkumál)

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum (umhvørvismál)

 

Fundur lokin kl. 12.35

 

Jóhanna Arge
skrivari