Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

20. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 19. februar, kl. 9.55 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

John Johannesen møtti fyri Mikkjal Sørensen

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Poul Michelsen var ikki á fundi

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 19. fundi 12. februar 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Kl. 10.00 kom Óli Mikkelsen, nevndarlimur í Føroya Náttúruverndarfelag, á fund við nevndina. Hann fór av aftur fundinum kl. 10.30.

Kl. 10.35 kom Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya,  saman við Jóan Petur Hentze, aðalskrivara, og Bárði Michelsen, leiðara á Brennistøðini í Tórshavn, og Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag, saman við Bergmann Finnsson á Agenda 21 Stovuni og Poul Andrias Joensen, stjóra á IRF, á fundin.
Frá Bárði Michelsen fekk nevndin avrit av grein úr Ren Viden. Tey fóru av aftur fundinum kl. 11.10.

Kl. 11.15 kom Vilhjálmur Nielsen, sivilverkfrøðingur og Ph.D. innan orkuskipanir og kostnaðarmetingar av umhvørvisárinum av orku, á fund við nevndina. Frá Vilhjálmi Nielsen fekk nevndin avrit av framløgu um Føroyar og Kyoto og viðmerkingar til orðaskiftið undir 1. viðgerð. Hann fór av aftur fundinum kl. 12.25.

  

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 26. februar 2007, kl. 9.30 við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

 

Í sambandi við pkt. 2 á skránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 SEV

Kl. 10.30 Sp/f Røkt

Kl. 11.00 Føroya Arbeiðsgevarafelag

Kl. 11.30 Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

  

Fundur lokin kl. 12.30

 

Jóhanna Arge
skrivari