Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

19. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 12. februar, kl. 10.00 var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

John Johannessen fyri Mikkjal Sørensen

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen var ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 17. fundi 22. januar 2007 og 18. fundi 6. februar 2007 vórðu býttar út, lisnar upp og góðkendar.
 

2.      Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Avgjørt varð at innkalla:
- Føroya Náttúruverndarfelag
- Kommunusamskipan Føroya
- Føroya Kommunufelag
- IRF
- KOB
- Boga Hansen, professara í havfrøði
- Vilhjálm Nielsen
- SEV
- Sp/f Røkt
- Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum
- Bjarna Djurholm, landsstýrismann í orkumálum, saman við Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi
- Jacob Vestergaard, landsstýrismann í umhvørvismálum, saman við Jákup Paula Joensen, deildarstjóra Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

  

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 19. februar, kl. 09.30 við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

  

Fundur lokin kl. 11.00

 

Jóhanna Arge
skrivari