Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

17. fundur

Ár 2007, mánadagin hin 22. januar, kl. 10.00  var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

John Johannessen, f. Sverra Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 16. fundi tann 15. januar 2007 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Kl. 10.30 komu Anfinnur Kruse, borgarstjóri í Eiðis kommunu, og Tordur Niclasen, bygdaráslimur, á fund við nevndina. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.10.

Kl. 11.15 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra. Teir fóru av aftur fundinum kl. 11.50.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit.

 

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 12.10

 

Jóhanna Arge
skrivari