Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

15. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 11. desember, kl. 10.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

 

Sverre Midjord og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 14. fundi tann 7. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Málið varð umrøtt og álit skrivað.
 

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)
Málið var umrøtt.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 14. desember 2006, kl. 12.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

  

Fundur lokin kl. 11.20

 

Birita S. Samuelsen
skrivari