Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

14. fundur

Ár 2006, hósdagin hin 7. desember, kl. 9.45, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

John Johannessen møtti sum eygleiðari ein part av fundinum.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 13. fundi tann 4. desember 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samtørv í samband við lógarbundnar uppgávur
Nevndin fekk avrit av skrivi frá Fiskimálaráðnum, dagfest 17. november, við viðmerkingum til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna.

Kl. 10.15 komu Heðin Mortensen, formaður og Jóan Petur Hentze, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, og Rósa Samuelsen, formaður og Eyðun Christiansen, ráðgevi í Føroya Kommunufelag, á fund við nevndina.

Kl. 10.50 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra, og Hugin Skaalum, fíggjarfulltrúa. Nevndin spurdi um viðmerkingar til skrivið frá Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin letur nevndini skrivligar viðmerkingar til skrivið í seinasta lagi mánadagin 11. desember.

Málið varð umrøtt.
 

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)
Umboðini fyri bæði kommunufeløgini vóru eisini á fund til hetta málið. Tey fóru av fundi aftur kl. 10.50.

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini vóru eisini á fundi til hetta málið. Teir fóru av fundi aftur kl. 11.50.

Málið varð umrøtt.
 

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Viðmerkingarnar til álitið vórðu umrøddar.

  

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 11. desember 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.        Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samtørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)

  

Fundur lokin kl. 12.50

 

Birita S. Samuelsen
skrivari