Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

13. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 4. desember, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

  

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 12. fundi tann 30. november 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla:
* Føroya Kommunufelag
* Kommunusamskipan Føroya
* Landsstýrismannin í innlendismálum
 

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla:
* Føroya Kommunufelag
* Kommunusamskipan Føroya
* Landsstýrismannin í innlendismálum
 

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð, at nevndarlimirnir koma við teirra viðmerkingum til álitið til fundin hósdagin.
 

5.      Løgtingsmál nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Málið varð umrøtt, og uppskot til álit varð skrivað.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 7. desember, kl. 9.45, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)

 

Í smb. við pkt. 2 og 3 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.15 KSF og FKF

Kl. 10.45 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen

skrivari