Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

12. fundur

Ár 2006, hósdagin hin 30. november, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

 

Bill Justinussen var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 11. fundi tann 27. november 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Kl. 10.30 kom Petur Zachariassen, lektari í stødd- og hagtalsfrøði, á fund við nevndina. Frá Petur Zachariassen fekk nevndin avrit av atkvøðuseðli og uppgerð frá grønlendska landstingsvalinum í 2005. Hann fór av aftur fundi kl. 11.05.

Málið varð umrøtt, og avgjørt var at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í smb. við kærunevndina í lendismálum

4.      Løgtingamál nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Pkt. 3 og 4 vórðu viðgjørd undir einum.

Kl. 11.05 komu Rósa Samuelsen, formaður í Føroya Kommunufelag. og Heðin Mortensen, formaður, Jóan Petur Hentze, aðalskrivari, og Bárður Larsen, ráðgevi í Kommunusamskipan Føroya á fund við nevndina.
Tey fóru av fundi aftur kl. 11.35.

Kl. 11.45 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum á fund við nevndina í samband við pkt. 2, 3 og 4 á dagsskránni. Saman við honum møttu Rúni Joensen, aðalstjóri, og Hilmar Høgenni, deildarstjóri. Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi aftur kl. 12.05.

Málini vóru umrødd og álit vórðu skrivað.
 

5.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 4. desember, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samtørv í samband við lógarbundnar uppgávur

3.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)

 

Fundur lokin kl. 12.20

 

Birita S. Samuelsen

skrivari