Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

10. fundur

Ár 2006, fríggjadagin hin 24. november, kl. 13.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen (ein part av fundinum møtti Jenis av Rana sum varalimur)

 

John Johannessen og Jenis av Rana møttu sum eygleiðarar.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 9. fundi tann 20. november 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”
Klokkan 13.00 komu Karen Marie Olesen, fúti og Finn Ougaard, varafúti, á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur kl. 13.50.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 27. november, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)

 

Í smb við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Bogi Davidsen

Kl. 10.30 Sonja Jógvansdóttir

Kl. 11.00 Kartin Høgnesen

Kl. 11.30 Birta Biskopstø

Kl. 13.30 Sølvar Michelsen

Kl. 14.00 Jógvan Zachariassen

Kl. 14.30 Amnesty

  

Fundur lokin kl. 14.00

 

Birita S. Samuelsen
skrivari