Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

9. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 20. november, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Marjus Dam var ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 8. fundi tann 14. november 2006 vað býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
Klokkan 10.10 kom Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vága- og Norðoyatunnilin, á fund við nevndina. Hann fór av fundi aftur klokkan 10.40.

Klokkan 10.40 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendis­málum á fund við nevndina saman við Niels Juel Arge, virkandi stjóra á Strandferðsluni. Teir fóru av fundi aftur 11.20.

Málið varð umrøtt, og álit skrivað.
 

3.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla
Fútan
Boga Davidsen
 
Sonju Jógvansdóttir
Birtu Biskopstø
Kartin Høgnesen
Sølvar Mikkelsen
Jógvan Zachariassen
 

4.      Løgtingsmál nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Avgjørt varð at innkalla Zacharias Wang, Petur Zachariassen og landsstýrismannin í innlendismálum.
 

5.      Løgtingsmál nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í smb. við kærunevndina í lendismálum

6.      Løgtingsmál nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Løgtingsmálini nr. 29 og 30 vórðu viðgjørd undir einum. Avgjørt varð at innkalla Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og landsstýrismannin í innlendismálum saman við Kærustovninum
 

7.      Løgtingsmál nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
Stundir vóru ikki at viðgera málið.
 

8.      Løgtingsmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislóg)
Stundir vóru ikki at viðgera málið.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 27. november, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)

 

Í smb við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Bogi Davidsen

Kl. 10.30 Sonja Jógvansdóttir

Kl. 11.00 Kartin Høgnesen

Kl. 11.30 Birta Biskopstø

Kl. 13.30 Sølvar Mikkelsen

Kl. 14.00 Jógvan Zachariassen

Kl. 14.30 Fútin

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari