Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

8. fundur

Ár 2006, týsdagin hin 14. november, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Sverre Midjord

Marjus Dam

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

  

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 7. fundi tann 6. november 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
Klokkan 10.00 kom Anna Dam, leiðari fyri Barnaverndarstovuna, á fund við nevndina. Hon fór av fundi aftur kl. 10.25.

Klokkan 10.30 kom Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, á fund við nevndina saman við Dorte Palm Mortensen, fulltrúa. Tey fóru av fundi aftur klokkan 11.00.

Klokkan 11.00 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra.
Eftir áheitan frá nevndini fekk nevndin frá landsstýrismanninum frágreiðingina ”Foreldramyndugleiki og samverurættur”, sum undanfarna landsstýri hevur gjørt.
Landsstýrismaðurin og aðalstjórin fóru av fundi aftur klokkan 11.15.

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit.
 

3.      Løgtingsmál nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í innlendismálum og Dávur Reinert Hansen, stjóra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, á fund við nevndina.
 

4.      Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Málið varð umrøtt.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 20. november 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
  3. Løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
  4. Løgtingsmál nr. 21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi

 

Í samband við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum

Kl. 10.30 Landsstýrismaðurin í innlendsimálum

 

Fundur lokin kl. 12.05

 

Birita S. Samuelsen
skrivari