Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

7. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 6. november, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Kl. 10.00 komu Janus Hansen, Bergur Olsen og Jens Kjeld Jensen frá Fuglafrøðifelagnum á fund við nevndina. Teir fóru av fundi aftur kl. 10.40.

Kl. 10.40 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, og Jan Sørensen, stjóra á Biofar. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.10.

Klokkan 11.15 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Róki Tummasarson, fulltrúa, Dorete Bloch, stovnsleiðara, og Annu Mariu Fossá, deildarleiðara á Føroya Náttúrugripasavni.
Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi aftur klokkan 12.00.

Málið varð umrøtt og avgjørt varð at skriva álit.
 

2.      Løgtingsmál nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
Stundir vóru ikki til at viðgera málið.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 14. november 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
  3. Løgtingsmál nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
  4. løgtingsmál nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering")

 

Í smb. við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Barnaverndarstovan

Kl. 10.30 Ríkisumboðið

Kl. 11.00 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

 

Fundur lokin kl. 12.35

 

Birita S. Samuelsen
skrivari