Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

6. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 23. oktober, kl. 9.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen, Marjus Dam og Sverre Midjord vóru ikki á fundi.

  

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 5. fundi tann 18. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

Klokkan 10.00 kom Karen Marie Olesen, fúti, á fundi við nevndina. Hon fór av fundi aftur klokkan 10.30.

 

Klokkan 10.30 komu Jaspur Langgaard, Sjúrður Johannesen og Olga Magnussen, umboð fyri Bláa Kross, á fund við nevndina. Tey fóru av fundi aftur klokkan 11.05.

 

Klokkan 11.05 komu Ingi Mohr og Poul Jákup Thomsen, umboð fyri Heilbrigdið, á fund við nevndina. Frá Poul Jákup Thomsen fekk nevndin bólklingin Ungdómur og lívsdygd, Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur givið út á føroyskum. Ingi Mohr og Poul Jákup Thomsen fóru av fundi aftur klokkan 11.40.

 

Klokkan 11.40 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra og Katrinu Mariu Johannessen, deildarstjóra. Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi aftur klokkan 12.05.

 

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at skriva álit.

 

3.      Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi

Málið varð umrøtt.

 

4.      Løgtingsmál nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”

Frá skrivarinum fekk nevndin avrit av grein um foreldramyndugleika, sum Beinta Festirstein, nevndarlimur í NFBO hevur sent nevndini.

 

Avgjørt varð av at innkalla:

Barnaverndarstovuna

Ríkisumboðið

Landsstýrismannin í innlendismálum

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 6. november 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
  3. Løgtingsmál nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”

 

Í smb. við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Fuglafrøðifelagið og Náttúruverndarfelagið

Kl. 10.40 Landsstýrismaðurin í mentamálum

Kl. 11.00 Náttúrugripasavnið saman við landsstýrismanninum í innlendismálum

 

Fundur lokin kl. 12.30

 

Birita S. Samuelsen
skrivari