Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

5. fundur

Ár 2006, mikudagin hin 18. oktober, kl. 8.30, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Poul Michelsen, Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 4. fundi tann 16. oktober varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
Klokkan 8.40 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra, Hugin Skaalum, fíggjarfulltrúa, Niels Juel Arge, virkandi strandferðslustjóra, og  Heina á Borg, deildarleiðara. Teir fóru av fundi kl. 9.40.

Greinarnar 2 og 15 í fíggjarlógaruppskotinum vórðu umrøddar, og ummæli varð skrivað.

 

Næsti fundur:

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 23. oktober 2006, kl. 9.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum
  3. Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi


Í smb. við pkt. 2 á dagsskránni koma hesi á fund við nevndina:

Kl. 10.00 Narkoløgreglan

Kl. 10.30 Blái Krossur

Kl. 11.00 Heilbrigdið

Kl. 11.30 Landsstýrismaðurin í innlendismálum

  

Fundur lokin kl. 10.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari