Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

4. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 16. oktober, kl. 9.20, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Marjus Dam

John Johannessen (f. Sverra Midjord)

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen var ikki á fundi.

 

Løgtingsformaðurin møtti sum eygleiðari ein part av fundinum.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 3. fundi tann 9. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

Skrivarin býtti svarið frá landsstýrismanninum út, skjal Dd.

 

Klokkan 9.20 kom Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, á fund við nevndina saman við Rúna Joensen, aðalstjóra, Hilmar Høgenni, deildarstjóra, Hugin Skaalum, fíggjarfulltrúa, og Niels Juel Arge, virkandi strandferðslustjóra.

 

Landsstýrimaðurin gjøgnumgekk svarini.

 

3.      Løgtingsmál nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

Landsstýrismaðurin var eisini á fundi í sambandi við hetta mál.

 

Frá landsstýrismanninum fekk nevndin eitt avrit av einum telduposti við upplýsingum um, hvussu nógv fólk við fremmandum rikisborgararætti hava búð í Føroyum tey seinastu 3 árini.  

 

Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundi kl. 9.55.

 

Frá skrivaranum fekk nevndin eitt skjal, sum lýsir, hvussu valrætturin er hjá útlendingum til komunuval í Norðanlondum.   

 

Klokkan 11.00 komu Rósa Samuelsen, formaður, og Sveiney Sverrisdóttir, skrivari í Føroya Kommunufelag, og Jens Marius Poulsen, starvsbólkaformaður, og Jóan Petur Hentze, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, á fund við nevndina. Tey fóru av fundi kl. 11.15.

 

Málið varð umrøtt, og avgjørt var at skriva álit.

 

4.      Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi

Stundir vóru ikki til at viðgera málið.

 

5.      Løgtingsmál nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

Stundir vóru ikki til at viðgera málið.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin hin 18. oktober 2006, kl. 8.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøkið hjá rættarnevndini

 

Kl. 8.30 kemur landsstýrismaðurin í innlendismálum á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 á dagsskránni

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Birita S. Samuelsen
skrivari