Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

3. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 9. oktober, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Poul Michelsen

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Kristian Magnussen, Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 2. fundi tann 2. oktober 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

Hesi skjøl vóru býtt út:

Skriv frá fíggjarnevndini, dagfest 6. oktober 2006.

Yvirlit yvir roknskapar- og ætlanartøl 2006, samanborið við uppskotið.

 

Rættarnevndin setti landsstýrismanninum í innlendismálum teir spurningar, sum framganga av skjali D.c.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 16. oktober 2006, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøkið hjá rættarnevndini
  3. Løgtingsmál nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
  4. Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
  5. Løgtingsmál nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum

 

Kl. 10.15 kemur landsstýrismaðurin í innlendismálum á fund við nevndina í smb. við pkt. 2 og 3 á dagsskránni

Kl. 11.00 koma KSF og FKF á fund við nevndina í smb. við pkt. 3 á dagsskránni

 

Fundur lokin kl. 12.00

 

Birita S. Samuelsen
skrivari