Gerðabók rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

2. fundur

Ár 2006, mánadagin hin 2. oktober, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Alfred Olsen, formaður

Kristian Magnussen, næstformaður

Helena Dam á Neystabø møtti fyri Sverra Midjord

Finnur Helmsdal

Bill Justinussen

 

Poul Michelsen og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 1. fundi tann 17. august 2006 varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 8/2006: Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Avgjørt varð at innkalla

-         Føroya Náttúrugripasavn

-         Fuglafrøðifelagið

-         Náttúruverndarfelagið

-         Landsstýrismannin í innlendismálum

-         Landsstýrismannin í mentamálum

 

3.      Løgtingsmál nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
Avgjørt varð at innkalla

-         Føroya Kommunufelag

-         Kommunusamskipan Føroya

-         Landsstýrismannin í innlendismálum

 

4.      Løgtingsmál nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum
Avgjørt varð at innkalla

-         Narkoløgregluna

-         Blákross

-         Heilbrigdið

-         Landsstýrismannin í innlendismálum
 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 9. oktober 2006, kl. 10.00, við hesi skrá:

 

1.      Gerðabókin

2.      Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

  

Fundur lokin kl. 11.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari