J. nr. 7.08-20060001

 

Frágreiðing um vitjanina hjá mentanarnevnd Løgtingsins í Danmark og Svøríki í døgunum 4. – 7. september 2006

 

Um ferðina

 

Mentanarnevndin gjørdi av at fara á kunningarferð til Svøríkis og Danmarkar at kunna seg við viðurskiftini millum kirkju og stat, og hvussu man í Svøríki frá almennari síðu hevur verið við til at menna mentanarøkið. 

 

Skrivarin í nevndini setti seg í samband við føroysku sendistovuna í Keypmannahavn, sum fyrireikaði vitjanina í Danmark. Sendistovan fyrireikaði eisini vitjanina í Svøríki saman við donsku ambassaduni í Svøríki.

 

Tann 31. august kl. 14.30 var fundur við Jákup Nielsen, stiftsfulltrúa á Bispaskrivstovuni, har hann greiddi nevndini frá galdandi føroyskari kirkjulóggávu.

 

Tilfar:

Kirkjulóggáva

 

Luttakandi mentanarnevndarlimir á ferðini vóru Andrias Petersen (jvfl.), formaður, Marjus Dam (sbfl.), Olav Enomoto (sbfl.), Tórbjørn Jacobsen (tjvfl.), Heidi Petersen (tjvfl.), John Johannessen (jvfl.) og Heðin Zachariasen (fólkafl.), varamaður. Umframt luttók Birita Samuelsen, nevndarskrivari, á ferðini.

 

Farið var úr Vágunum mánadagin 4. september 2006, klokkan 14.45.

 

Týsdagin 5. september 2006

 

Týsdagin 5. september klokkan 9.30 vitjaði mentanarnevndin í Operahúsinum, har nevndin fekk eina rundvísing í húsinum.

 

Aftaná vitjanina í Operahúsinum silgdi nevndin ein rundtúr í kanalini við einum føroyskum seksæringi. Síðani var farið á Norðurbryggjuna, har vitjað var á Sendistovu Føroya. Herálvur Joensen, sendimaður, vísti runt og greiddi frá virkseminum har. Síðani bjóðaði Sendistovan til ein frokost á restaurant NOMA.

 

Kl. 14.00 var vitjað í Kirkjumálaráðnum, har Paolo Perotti, deildarstjóri, greiddi frá strukturbroytingunum í donsku fólkakikjuni.  Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, kom eisini á fund við nevndina, har m.a. yvirtøka av føroysku fólkakirkjuni, hvørjar avbjóðingar eru fyri framman hjá fólkakirkjuni og skilnaður millum kirkju og stat, vóru umrødd.

 

Tilfar:

Betækning

 

Kl. 20.00 fór nevndin við flogfarið til Stockholm.

 

Mikudagin 6. september 2006

 

Kl. 10.40 kom Julia Kahan-Czarny frá donsku ambassaduni á Hotel First Amiraneten, har nevndin gisti, og spákað var til Storkyrkan. Biskup Caroline Krook og Kristina Ljunggren, prestur, tóku ímóti nevndini. Biskuppurin greiddi frá bygnaðinum í svensku kirkjuni og tilgongdini, tá svenska fólkakirkjan bleiv skild frá statinum. Eisini greiddi hon frá fíggingini av kirkjuni og royndirnar í sambandi við skilnaðin av stati og kirkju. Síðani vísti Kristina Ljunggren, prestur, runt í Storkyrkan og greiddi frá søguni, arkitekturinum og nógvum av listaverkunum, sum vóru í kirkjuni, og frá teimum mongu tiltøkunum, sum fóru fram í kirkjuni.

 

Klokkan 15.00 var vitjað í Statens Kulturråd har Marija Milivojevic greiddi frá virkseminum í Statens Kulturråd.

 

Tilfar:

 

Bidrag 2006

Dans i skolan för alla

 

Hósdagin 7. september 2006

 

Hósmorgunin vitjaði nevndin á Vasa savninum, har ein guide vísti runt og greiddi frá skipbrotinum av krígsskipinum Vasa og um konserveringina av skipinum. Eisini hitti nevndin Klas Helmerson, stjóra fyri savnið.

 

Nevndin fór við flogfari úr Stockholm til Keypmannahavnar kl. 15.00 og lendi í Vágunum kl. 20.30 hóskvøldið.