Gerðabók mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2006

22. fundur

Ár 2007, hósdagin hin 24. mai, kl. 14.00 var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Marjus Dam

John Johannessen

Bárður Nielsen

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

 

Óli Breckmann var ikki á fundi.

  

Skrivari:

Jóhanna Arge

  

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 21. fundi varð býtt út, lisin upp og góðkend.
 

2.      Løgtingsmál nr. 121/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum
Uppskot til álit varð gjøgnumgingið. Avgjørt varð, at skrivarin ger álitið klárt at undirskriva til týsdagin.
 

3.        Løgtingsmál nr. 122/2006: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar
Uppskot til álit varð gjøgnumgingið. Avgjørt varð, at skrivarin ger álitið klárt at undirskriva til týsdagin.

  

Næsti fundur:

Eingin nýggjur fundur varð ásettur.

  

Fundur lokin kl. 15.50

 

Jóhanna Arge
skrivari